Tað er ikki liðugt enn, men tað sær gott, tað staðfesti Dion Splidt hjá AB, aftaná 2-1 heimasigurin úr FM-favorittunum hjá HB. Sjálvur skoraði Dion uppá brotsspark til 2-0. Spurdur, um AB er tryggjað nú teir eru 9 stig frammanfyri TB, staðfestir Dion, at tann spurningin vendir hann aftur til sunnudagin.
HB-málverjin, Teitur M. Gestson ergraði seg um trý tapt stig. Men hann slær fast, at teir framvegis hava eina leiðslu uppá fimm stig, og hann hevur framvegis ógvuliga góðar FM-vónir.
Tróndur Arge tosaði eisini við AB-venjaran, Sámal Erik Hentze, sum segði seg hava lisið HB av hesaferð, aftaná tvey tap fyrr í ár.
Undir myndini ber til at hoyra prátini Tróndur Arge gjørdi við Dion Splidt, Teit M. Gestson og Sámal Erik Hentze. Fremst í ljóðbrotinum hoyrist frásagnin hjá Tróndi á Rás2 av teimum trimum málunum. Símun Joensen varð viðmerkjari til dystin í kvøld.










