##med2##
Klokkan 18 byrjar EM-undankappingardysturin hjá U21-landsliðnum móti Ukraina á Tórsvølli. Um okkara menn fremja enn eitt roysnið og vinna dystin í kvøld seta teir stigamet fyri føroysk landslið í einari undankapping. Gamla metið er frá 2011, tá táverandi U21-landsliðið vann 11 stig í EM-undankappingini.
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum í kvøld. Sendingin byrjar klokkan 17.55.
- Ukraina er nærum líka sterkt sum Frakland. Men teir eru ikki líka taktiskt sterkir sum Frakland. Orðini eigur U21-landsliðsvenjarin, Sámal Erik "Bagge" Hentze.
Men Bagge undirstrikar, at føroyska U21-landsliðið fer sum altíð at borga fyri einum góðum avriki.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Bagga á FM1 fyrr í dag.