Í gjár var 1. umfar í landskappingini í fótbólti hjá monnum. Her á In.fo kundu vit í farnu viku avdúka, at royndi venjarin hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze, hevur mist venjaraloyvini, tí hann ikki hevur verið á venjaraskeið seinnu árini.
Les eisini: Bagge mist venjaraloyvið
- Sjálvur haldi eg, at hetta er eitt sindur at flenna at, tí tað hevur ikki borið mær til at taka hetta skeiðið fyrr enn nú og framvegis eru fimm tímar eftir at taka, sigur Sámal Erik Hentze.
Hann mátti tí lata seg skráseta sum fysiskur venjari hjá Víkingi, tá teir sunnudagin vunnu 3-0 á ÍF. Høvðusvenjarin skal hava galdandi A-venjaraprógv, so tann leikluturin fall Erlandi Tvørfoss í lut. Hann hevur fyrr verið hjálparvenjari og er ein kendur maður í felagnum.
- Eg skal á skeið fimm tímar afturat fyrr enn eg kann fáa pappírini aftur. Eg havi ikki møguleika fyri at taka teir, fyrr enn Dýra Biðjudag, sigur venjarin, sum bæði í 2016 og 2017 gjørdi Víking til FM-vinnara.