Í dag klokkan 14:30: HB-TB
Dómari: Eiler Rasmussen
Bæði HB og B36 hava heimavøll í Gundadali í dag. HB er fyrra heimaliðið, sum sleppur framat á nýggja graslíkinum í Gundadali, tá ið gamli klassikarin ímóti TB verður spældur sunnudagin klokkan 14.30.
Felags fyri bæði liðini er, at tey leita eftir uppreisn. HB fekk bara eitt stig á heimavølli ímóti FC Suðuroy, og hóast reyðsvarta havnaliðið var í undirtali í næstan ein heilan hálvleik, so var eitt stig ímóti triðaftasta liðnum alt annað enn góðtikið. Javnleikurin merkti tað, at HB dragnaði nógv í FM-stríðnum, og tí er ein sigur ímóti TB eitt krav.
Fyri HB er tað ein smeitur, at vanligi høgri bakkurin, Jógvan Rói Davidsen, ikki fær verið við. Hann var maðurin, ið fekk reyða kortið ímóti FC Suðuroy, og tískil hevur hann leikbann.
TB hevur ikki góð minnir úr seinasta leikumfari. Tvørámenninir fingu stutt og greitt bank á útivølli ímóti Víkingi og tapti heili 7-2. Hetta er uttan iva ein blettur, ið TB-leikararnir ætla at vaska av sær sunnudagin. Í løtuni er TB í einum sonevndum ongamannalandi á stigatalvuni, tí at stigafrástøðan til niðurflytingarstrikuna er so lang, at tað tykist óhugsandi, at TB av álvara verður blandað inn í botnstríðið, og samstundis er frástøðan til evropeisku plássini eisini so lang, at TB neyvan ger seg galdandi har.
HB og TB hava spælt einaferð fyrr í ár í Gundadali. Tann dysturin varð spældur hin 22. mars, og endaði hann 0-0.










