Eftir at tað í gjár gjørdist greitt, at liðið í badminton ikki megnaði at spæla seg í finaluna, snúði tað seg um at bjarga sær eitt heiðursmerki fyri stríðið í liðkappingini.
Dysturin um bronsuna var móti vertunum av Bermuda, og hann endaði við greiðum føroyskum sigri.
Niclas H. Eysturoy byrjaði við at vinna sín einmansleik 2-0, og løtu seinni gjørdi Rannvá Carlsson tað sama, tá hon við tryggum settmuni vann 2-0 í sínum dysti.
Tá so Niclas H. Eysturoy og Flóvin Skaalum Mikkelsen gjørdu tað sama í tvímansleiki, var støðan 3-0 til Føroyar og bronsan var komin í hús. Tí var ikki spælt meira millum hesi bæði liðini og føroyingar kundu fara heim at fyrireika seg til einstaklingakappingarnar, sum byrja í morgun.