Tríggjar finalur í badminton eru nú avgreiddar Í tvímansleiki hjá kvinnum, vunnu Guri Poulsen og Sigrun Smith ein sannførandi sigur ímóti møggunum báðum; Bjørg Djurhuus og Rannvu Djurhuus Carlsson. Hesin dysturin endaði 2-0 í settum.
Í tvímansleikinum hjá monnum møttu beiggjarnar Benjamin og Nicolai Gunnarstein, Niclas Eysturoy og Hilmar Kass. Niclas og Hilmar vunnu og sett úrslitini gjørdust 21-17 og 21- 17.
Í blandaðum tvímansleiki spældu Rannva D. Carlsson og Aksel Poulsen ímóti Niclas Eysturoy og Sigrun Smith. Her vunnu Niclas og Guri ein 2-0 sigur.