TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við ein fegnan formann í badmintonsambandinum, Erik Engelbrecht Thomsen, sum stórfegnast um fimm vunnin heiðursmerki í badminton á oyggjaleikunum á Jersey.
Erik er fegin um silvurið hjá Niclasi Eysturoy, og bronsuna hjá Benjamin Gunnarstein í einmansleiki, og um bronsuna hjá Brynhild og Rannvá Carlsson í tvímansleiki, og somuleiðis við silvurið í liðkappingini.
Serliga fegin er Erik tó um gullið hjá Rannvá D. Carlsson í einmansleiki, sum hevur sera, sera stóran týdning fyri øll, sum varða av føroyskum badminton. Føroyskt badminton hevur havt eitt hart stríð síðani oyggjaleikirnar á Bermuda í 2013, og tí hevði tað alt at siga, at hetta gullmerkið kom heim.