Í gjár segði flutningsmálaráðið í Indonesia, at ein kanning verður sett í verk av flogfelagnum, Batik Air.
Sambært AFP-tíðindastovuni, sum endurgevur Channel News Asia, svóvu bæði flogskipari og stýrimaður samstundis í umleið 28 minuttir á einari flogferð úr Sulawesi til høvuðsstaðin, Jakarta.
Tað er nationala flutningstrygdarnevndin - KNKT - í Indonesia, sum hevur skrivað eina fyribils frágreiðing um málið.
Sambært nevndini, kundi tað havt gingið rívandi galið hjá flogfarinum, tí ein røð av navigatiónsmistøkum vórðu gjørd á júst hesi flogferðini.
Eftir at hava verið á flogi í tveir tímar og 35 minuttir lendi Airbus A320-flogfarið við 157 fólkum umborð trygt í Jakarta.
Flutningsmálaráðið í Indonesia hevur givið Batik Air eina álvarsliga átalu og heitir á flogfelagið um at virða kravdu hvílitíðina hjá manningunum á flogførunum.
- Vit fara at gera eina kanning og gjøgnumgongd av náttarflúgvingum í Indonesia, bæði hjá Batik Air og øðrum flogfeløgum, sigur flogstjórin, Kristi Endah Murni, við Channel News Asia.
Bæði flogskipari og stýrimaður á nevnda túri, sum svóvu á flogferðini í Indonesia hin 25. januar, eru suspenderaðir, meðan málið verður kannað.