Backe hevur longt sáttmálan við FCK

-

Hóast tað enn ikki er greitt, hvørt Todi Jónsson eisini komandi árini verður at síggja í FCK, so hevur felagið tó eisini aðrar sáttmálar at hugsa um.
Ein av hesum er sáttmálin við svenska venjaran hjá felagnum, Hans Backe. Hesin kom til í fjør heyst, eftir at felagið í nakrar mánaðir hevði stríðst við at fáa avloysaran fyri Roy Hodgson í rættlag, og síðani hevur tað gingið stútt framá hjá teimum hvítu leyvunum.
Teir gjørdust tó akkurát ov stuttir til at vinna Brøndby aftur í dystinum um DM-gullið í fjør, men í ár hevur eingin staðið teimum kurl, og eru teir trygt á odda í donsku superliguni, sum nú er farin í vetrarfrí.
Hóast vetrarfrí, so tykist tað kortini, sum um FCK-viðhaldsfólkini hava nóg mikið at frøst um í hesum døgum.
Fyri stuttum valdu donsku venjararnir sonevnda »efterårets profil« í donsku superliguni, og ta ferðina fall valið á verjuleikaran, Martin Albrechtsen, sum FCK fyri góðum ári síðani keypti úr AB.
Nú um dagarnar vóru tað so leikararnir í donskum fótbólti, sum skuldu gera av, hvør teirra var hin besti í 2002, og hesin heiður fall til ídna miðvallaran, Thomas Røll.