Bach í kertuljósi í Kirkjubø í annaðkvøld

Aftur hesi jólini verður høvið at njóta æviga tónleikin hjá J. S. Bach í Kirkjubø í kertiljósi við kvirru og meditatión.

Vælumtókta konsertin verður mikukvøldið 4. desember klokkan 19. Konsertin varar ein tíma, og aftaná konsertina verður, sum vant, móttøka í Roykstovuni, har Føroya Bjór bjóðar vælkomin og konsertgestirnir kunnu práta og hava eina hugnaliga ”after Bach” løtu.

 

Tiltakið er ókeypis.

 

##med2##

 

Tað er til hesar konsertir vorðin siðvenja at hava ein nýggjan sang solist á hvørjum ári. Í ár verður tað Sanna Bæk Hoydal, sum fer at framføra nøkur av teimum góðu, kendu Bach løgunum.

 

Konsertin verður í annaðkvøld 4. desember klokkan 19.

 

##med3##