Í aldargomlu Ólavskirkjuni í Kirkjubø verður aftur í ár konsert við tónleiki eftir Johann Sebastian Bach.
Hetta tiltak byrjaði í 2018, og vanliga er tað fyrst í jólamánaðinum. Í fjør var upprunaliga konsertin - sum flest øll tiltøk - ávirkað av koronatilmælunum. Men, fyrireikarnir hava avgjørt at hava konsertina hóskvøldið 3. mars ístaðin.
Skráin er úr orkesturverkum og soloverkum fyri violin, sello og gittara.
- Tónleikararnir heiðra várinum og ljósinum við serstøkum úrvali av verðsligum tónleiki, ið gjøgnum allar øldir hevur verið yndað av tónleikakønum, lurtarum - og ikki minst tónleikarunum.
Fyrireikararnir vísa á, at gamli Bach mann vera - um nakar - tónaskaldið, ið tónleikarar virða einamest. Sjálvur var Bach kendur sum ein framúrskarandi orgulleikari - mettur sum hin mætasti at improvisera.
##med2##
Tónleikararnir spæla undir glæmuni frá kertuljósum, meðan kirkjan og søguliga umhvørvið er prýtt við ljósmyndum, ið Carsten Macdonald Arnskov hevur gjørt.
Tey, sum fara at framføra á konsertini í ár, eru solistar úr úrmælinga- og tónleikabólkinum Aldubáruni: Ólavur Jakobsen, gittar/frásøgufólk, Jón Festirstein, Sámal Petersen, violin, Angelika Hansen, bratsj - Tóri Restorff Jacobsen, sello.
Á tiltakinum fer Meinhard Bjartalíð at hugleiða, og tað er Carsten Macdonald Arnskov, ið tekur sær av myndaprýði.
Tiltakið byrjar klokkan 19.30, men longu klokkan 18.45 byrja tónleikararnir at spæla stillisligan tónleik úr oratorium og orkestursuitum hjá Bach, meðan fólk koma í kirkjuna.
Eftir konsertina, ið varir slakan tíma, verður hugnaløta í Roykstovuni. Í kirkjuni er avmarka pláss, og konsertin er ókeypis.
##med3##