Babyboom í Íslandi

Frøin eftir ótrúliga sigurin móti Onglandi í EM farna summar, merkist í Íslandi í hesum døgum

Í dag eru júst níggju mánaðir síðani at Íslandi framdi eina sensatión til seinasta EM-endaspæl, tá teir slerdu Ongland út úr endaspælinum í áttandapartsfinaluni.

 

Og ótrúligi EM sigurin hjá Íslandi móti Onglandi farna summar, merkist í hesum døgum í Íslandi. Í øllum førum er líkt til, at sigurin hevur verið feiraður við kærleika. Íslendska heimasíðan, Visir, skrivar í dag, at talan er um met av føddum føddum børnum hetta tíðarskeiðið, samanborið við onnur ár.

 

Tað er tó ikki líkt til, at árið í fjør fer at vera seinasta ferðin at íslendingar kunnu feira eina góða gongd eftir eitt EM-endaspæl. Ísland hevur síðani EM-endaspælið í fjør bygt á góðu gongdina, og í løtuni liggja teir nummar tvey í sínum bólki til HM-undankappingina frammanfyri lond sum Ukreina og Turkaland. So helst verður Ísland aftur at síggja til eitt endaspæl aftur innan fá ár.