»Baby boom« í Barcelona

Tey hava úr at gera á føðideildini á Quirón-sjúkrahúsinum í Barcelona í hesum døgum, tí úti við 50 prosent fleiri børn verða fødd, enn vanligt er. Tí fóru starvsfólkini á sjúkrahúsinum at kanna, hvat var hent 39 vikur frammanundan, og tá komu tey aftur til hálvfinaluna í Champions League, sum FC Barcelona spældi og vann á útivølli ímóti Chelsea júst henda dagin…