Babba, kanst tú gjalda

Tveir dreingir byrjaðu í skúlanum samstundis, sjey ára gamlir. Teir vóru bæði raskir og fittir og vóru evnagóðir. Annar æt Áki og hin æt Bárður. Páparnir báðir vóru fíggjarliga væl fyri. Teir høvdu ikki egið virki, men høvdu báðir gott og vællønt starv.

 

Sum dreingirnir vuksu til vísti tað seg, at Áki var væl vandur heimanífrá. Hann var røkin, var ikki oyðslutur við lummapengum og í dagliga umganginum við flokksfelagar og aðrar vinir var hann hjálpsamur, blíður og fryntligur. Hann gjørdist tí eisini væl lýddur millum fólk. Pápin hevði ikki stórvegis trupulleikar av honum, heldur ikki fíggjarliga. So leingi hann var ómyndugur rindaði hann sjálvandi fyri hansara uppihald. Men skjótt vísti tað seg, at Áki gjørdist sjálvbjargin. Hann byrjaði tíðliga at arbeiða, eisini meðan hann nam sær víðari útbúgving. Rættiliga ungur fekk hann gott starv, og hann kláraði seg væl fyri sína løn. Tá ið hann giftist og bygdi hús fekk hann størri fíggjarligar skyldur, men hann og konan arbeiddu bert nakað meir og royndu alla tíðina at klára seg sjálvi uttan at liggja foreldrunum til byrðu.

Eitt sindur ørðvísi gekst hjá Bárði. Hann vísti tíðliga lyndi at skáka sær undan ábyrgd. Hann vildi gjarna gera seg væl kendan hjá vinum sínum við at "traktera". Pápin forkelaði hann, og hvørja ferð á stóð gav pápin honum pening. Sum tíðin gekk og hann vaks til gjørdist hesar upphæddir størri og størri. Hóast pápin við hvørt helt, at tað var ov nógv av tí góða, lat hann seg altíð yvirtala at veita fíggjarligan styrk til sonin, sjálvt um hann sá, at peningurin ikki altíð fór til tað mest nyttuga. Bárður royndi eisini at útbúgva seg, men burtursæð frá almennum stuðli livdi hann bert av babbasa hjálp. Tað kom honum ikki til hugs at royna at klára seg sjálvan. Verri var, tá hann fekk starv. Hann kundi ikki klára seg við lønina, og í heilum kom hann til pápan at biðja um styrk. Til síðst gjørdu teir avtalu um, at hann hvønn mánað skuldi fáa eina ávísa, rættiliga stóra, upphædd frá pápanum, umframt sína løn. Eisini Bárður giftist. Men tá ið nú fíggjarligu skyldurnar gjørdist størru, legði hann ikki doyðin á at arbeiða meira. Nei hann fór aftur til pápan og bað um meira styrk. Sum vaksin gjørdist hann meir og meir ein babbasa drongur.

Men eina ferð varð heilt galið. Lønandi arbeiði hjá Bárði minkaði og hann vildi hava meira styrk frá gamla. Men nú helt pápin vera nóg mikið. Hann stongdi allar bankakonti hjá soninum. So nú stóð heilt í botni. Men Bárður tók seg nú saman eina tíð, og tað fór at ganga framá. Hann forvann rættiliga nógv hesa tíðina og kom aftur á føtur. Pápin helt, at nú átti fasti mánaðarligi stuðulin frá honum at kunna minka. Pápin var heldur ikki ungur longur. Men tá gjørdist Bárður ræðslusligin. Hann hevði alt sítt lív fingið vaksandi stuðul frá pápanum. Sjálvt um hann ikki longur hevði brúk fyri honum, kundi hann ikki hugsa sær at slept honum. Hann bønaði og bað tí um, at stuðulin mátti halda fram. Hann vitsti, at hann ongatíð aftaná myndinga aldur átti at liva av pápanum, men nú hevði hann vant seg til tað, og fyri hann var lívið í veruleikanum spilt, tí hann kom ongatíð at standa á egnum beinum, heldur ikki tá hann var fíggjarliga væl fyri. Tað gjørdist ein spurningur um hugburð og ábyrgd. Ikki um fíggjarliga førið.

Hetta kom mær til hugs, tá eg frætti, at 52 % av føroyingum framvegis eru í móti at minka um danska blokkstuðulin.