Enska fótbóltssambandið hevur greitt avvíst, at talan kann gerast um umdyst millum Liverpool og Sunderland, eftir at fleiri røddir annars hava róð uppundir hetta. – Baðibólturin er eitt objekt, sum kemur á vøllin uttanífrá, so dómarin skuldi steðga dystinum, so skjótt hann sá bóltin. Tað er tó ikki greitt, um hann ikki sá bóltin, fyrr enn hesin varð skotin, og tí verður talan ikki um umdyst, sigur ein talsmaður fyri Premier League við Daily Mail.