-Eg bøni tykkum um at gevast við hesari hersetingini. Eg biðji italsku stjórnina taka hermenninar hiðani, og eg biðji italska fólkið legja trýst á stjórnina, segði Giuliana Sgrena á sjónbandinum, sum bleiv almannakunngjørt í italskum sjónvarpið mikukvøldið.
Ligjandi á knøunum endurtók hon áheitanina á italskum og fronskum:
-Eg bøni tykum um at hjálpa mær. Eg bøni skyldfólk míni og øll, sum eru ímóti krígnum og hersetingini, um at hjálpa mær, segði hon grátandi.
Tann 57 ára gamla italska tíðindakvinnan var í Irak í arbeiðsørindum fyri blaðið Il Manifesto, tá hann bleiv burturflutt.










