B71 var á níggjunda plássi, og HB var á áttanda plássi undan uppgerðini í Gundadali seinnapartin.
Tá ið sandoyingar vitjaðu næstbesta HB liðið, vísti klokkan 2-0, tá ið 90 minuttir vóru farnir. Í fyrra hálvleiki gjørdu sandoyingar sjálvmál, og fimm minuttir eftir steðgin økti Hjalti Djurhuus um heimaleiðsluna.
Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, vendist alt á høvdið, tí B71 skoraði tvælr ferðir, og harvið endaði tað 2-2! Tummas Pauli Olsen minkaði um munin í 91. minutti, og Jónsvein Thomsen, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, javnaði í 93. minutti. Harvið endaði tað 2-2.
Nú er B71 á níggjunda plássi við sjey stigum, og HB er á sjeynda plássi við seytjan stigum. Víkingur er á áttanda plássi við sekstan stigum.