B71 vann fyri sættu ferð á rað

1. DEILD: Nú bíða sandoyingar eftir, hvussu tað fer at tørna út millum TB og ÍF

Aftur í dag fór B71 málverjin Gerhard Lognberg av vøllinum, uttan at mótstøðuliðið megnaði at skora mál Mynd: B71

Sandoyingar hava leingi riðið á aldukambinum, og afturí dag eydnaðist tað B71 at vinna fulla úrtøku. Hetta var sætti sigurin á rað hjá B71. Tá ið síðsta bríksl ljóðaði inni í Dal, var framvegis møguleiki fyri, at sandoyingar í 2023 fara at spæla í bestu deildini. Tað valdast um, um TB í dag vinnur stig á heimavølli ímóti ÍF og harvið tryggjar sær uppflyting.

 

Í dag var Undrið FF gestur hjá B71, og gestirnir úr høvuðsstaðnum eru á veg til hús aftur við 1-0 tapi í viðførinum.

 

Málið fekk B71, tá ið tað restaðu 13 minuttir. Málskjútti var Tijani Mohammed eftir upplegg frá Áka Hentze. Hetta er 11. ferðin í ár, at Tijani Mohammed er málskjútti,  og nú er hann toppskjútti hjá sandoyningum.

 

B71 er á fjórða plássi við 49 stigum, og Undrið FF er á sætta plássi við 39 stigum. Í síðsta umfari, sum verður næsta vikuskifti, fer B71 leygardagin at spæla á útivølli ímóti ÍF, sum longu hevur vunni8ð uppflyting. Leygardagin fær Undrið FF vitjan av TB, sum í løtuni spælir á heimavølli ímóti ÍF.

 

 

 

Aftur í dag fór B71 málverjin Gerhard Lognberg av vøllinum, uttan at mótstøðuliðið megnaði at skora mál Mynd: B71