B71 vann fyri fjórðu ferð á rað

Sandoyingar eru á veg úr Gundadali við trimum stigum

Tað er gott lag í B71 leguni, eftir vitjanina í høvuðsstaðnum tíðliga seinnapartin. Fyri fjórðu ferð á rað eru sandoyingar farnir av vøllinum við fullari úrtøku.

Í dag var tað í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB, at tað eydnaðist at vinna.

Úrslitið var 1-0 til B71. Einasti málskjútti var Tijani Mohammed, sum miðskeiðis í fyrra hálvleiki sendi bóltin framvið Bjarta Vitalis Mørk, sum vardi HB málið, og í netið.

 

Hetta var fjórði B71 sigurin á rað. Liðið hevur vunnið á útivølli ímóti Víkingi, á heimavølli ímóti Suðringum, á heimavølli ímóti Giza Hoyvík (í kappingini um løgmanssteypið) og so í dag ímóti HB á ovara vølli í Gundadali.

Úrslitið í dag ber við sær, at B71 nú hevur tólv stig fyri átta dystir, meðan HB hevur seks stig fyri átta dystir.

Um eina viku fær B71 vitjan av teimum næstbestu hjá Skála, og HB skal spæla grannauppgerð á útivølli ímóti Giza Hoyvík.