Bæði Skála og B71 hava havt trupulleikar við at fóta sær í Formuladeildini í ár. Illa hevur gingist við at skjóta mál, har Skála og B71 samanlagt hava skotið færri mál enn oddaliðið, EB/Streymur.
Undir Mýruhjalla á Skála átti graslíkið undir hesi spennandi botnuppgerð, har øll stigini vóru sera tiltrongd hjá báðum liðum.
Vardu borg
Tað sást greidliga á spælinum, at liðini ikki høvdu ráð at tapa. Liðið vístu ikki tenn frammi í álopinum, men leikararnir aftraðu seg als ikki við at fara í neyðugu takklingarnar.
Fyrri hálvleikur gekk ógviliga javnt fyri seg, men størsta møguleikan fekk Skála, men stongin var við sandoyingum. Í aðru atløgu varð eisini skotið á málið, men tá bjargaði Símun Rógvi Hansen í B71-málinum.
Liðini fóru til hálvleiks við støðuni 0-0, og hetta var samanumtikið eitt rættvíst úrslit.
Brotsspark avgjørdi
Í seinna hálvleiki helt sama spæl fram, og menn høvdu als ikki hug at spara seg. Hetta førdi m.a. til, at gula kortið ofta var á lofti. Tíggju minuttir fyri leiklok kom fyrsta og einasta málið. Valeriu Mieila helt ov fast um Gudmund S. Nielsen í brotsteiginum, og dómarin var ivaleysur, tá ið hann dømdi brotsspark. Símin Hansen slapp at skjóta tvær ferðir, eftir at fyrsta brotssparkið skuldi takast umaftur, men hetta órógvaði hann ikki, og hann kundi harvið senda B71 á sigurskós.
Skála trýsti tó væl fyri at fáa javnað, og útlitini fyri hesum batnaðu nógv, tá ið Gudmund S. Nielsen varð rikin av vølli við sínum seinna gula korti. Skála fekk tó ikki hol á B71-verjuna, og 1-0 sigurin lyftir B71 av aftasta plássi í deildini. Aftasta pláss eigur nú nevniliga Skála. Tveir sigrar í 14 dystum kann ikki vera nøktandi fyri annars góða fótbóltslívið á Skála, og spennandi verður at síggja hvussu fer at gangast við at skjóta mál, nú gamli málrevur teirra, Jónhard Frederiksberg, aftur er at finna á liðnum.