B71 javnaði í síðstu løtu

1. DEILD: HB vann í dag fyrsta stigið síðani síðst í august

Jónas Warner javnaði til 1-1 í síðsta minutti fyri B71. Hann hevur nú skorað fimm mál í ár

Týskvøldið var næstbesta HB liðið á Sandi. Tá var úrslitið, at B71 vann 4-1. Í dag hevði HB vitjan av B71, og nú var úrslitið 1-1.

 

Tað sá annars út til, at HB fór at vinna øll stigini, tí HB var á odda 1-0, tá ið vaniga leiktíðin var farin. Men so var tað í tíðini, sum dómarin legði aftrat, at B71 javnaði til 1-1. Málskjútti var Jónas Warner, sum skoraði tvey mál týskvøldið, tá ið B71 vann 4-1 ímóti HB.

 

Eitt lítið korter var farið, tá ið Ejvind R. Mouritsen legði HB á odda. Hetta var triðja ferðin í ár, at 20 ára gamli Ejvind R. Mouritsen var málskjútti í 1. deild. Uppleggið átti Tórur Franksson Joensen.

 

HB vann í dag fyrsta stigið síðani 30. august. Síðani hevur HB tapt tríggjar dystir, men í dag eydnaðist tað so at vinna eitt stig. HB er á áttanda plássi, og B71 er á fimta plássi.

 

Í tveimum teimum síðstu umførunum fer B71 at spæla á heimavølli ímóti NSÍ og á útivølli ímóti FC Hoyvík.

 

Í tveimum teimum síðstu umførunum fer HB at spæla ímóti Skála á útivølli og KÍ á heimavølli.

 

Jónas Warner javnaði til 1-1 í síðsta minutti fyri B71. Hann hevur nú skorað fimm mál í ár