Í morgin og hósdagin verða fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið. Størsti favoritturin er HB, sum á heimavølli tekur móti B71, sum spælir í 1. deild.
Eitt sindur av rokið hevur verið um dystarásetingina, sum ikki heilt passar sandoyingum, ið hava skipað fyri maratonfótbólti í morgin. B71 hevur biðið um at fáa dystin fluttan ein hálvan tíma, so hann byrjar klokkan 17.30.
Tað hevði gjørt, at áskoðararnir hjá B71 høvdu kunnað farið um fjørðin klokkan 16.35, eftir at maratontiltakið, har spælt verður alla náttina, er liðugt. Hesum hevur HB noktað fyri, verður sagt úr B71.
- Vit ætla okkum bara at fáa so nógvar áskoðarar sum gjørligt. Eg veit ikki um HB ræðist okkum, sigur spælandi venjarin, Símin Hansen, við sínum tiltikna skálkabrosi.
Hann ásannar, at HB er greiður favorittur til dystin, men vísir eisini til ólavsøkudystin í 2010, tá B71 óvæntað vann 2-1 á HB. Dysturin verður hósdagin klokkan 17.
Upptakt er í Sosialinum, sum kemur á gøturnar í kvøld.