B71 fekk sítt fyrsta stig

Dysturin millum B68 og B71 var tamur og endaði málleysur til stóra fragd fyri sandingar

1. deild menn:

B68-B71 0-0 (0-0)


­ Vit fóru heilt greitt eftir einum stigi, tað fingu vit, og vit eru væl nøgdir við tað.

Hóast B71 var við undirlutan leikliga allan dystin, var venjarin, Eli Hentze, nøgdur. Hansara lið hevði vunnið sær sítt fyrsta stig í landskappingini í ár, og tað var í sjeyndu royndini.

­ Vit hava spælt rímuliga væl í fleiri dystum og hava verið nær við at fingið stig. Hesaferð skuldu vit hava stig, og so ger tað tað sama hvussu tað sær út í dystinum, sigur Eli Hentze.

Sandingar høvdu ongan málkjans í øllum dystinum, teir brúktu alla orkuna á egnari hálvu, og tað eydnaðist teimum eisini at halda B68 burtur frá málinum, hóast toftamenn høvdu bóltin nærum allatíðina.


Gott spæl, men...

B68-spælið gekk væl fram eftir vøllinum, kombinatiónirnar vóru góðar, men tað knípti við at fáa málmøguleikar burtur úr. Í einstøkum førðum í fyrra hálvleiki brendi á í B71-brotsteiginum, men eingin veruligur 100% kjansur var.

B68 hevði nýggjan álopsmann í fremstu røð, men tað hjáltpi ikki hesu ferð. Ingi Hansen, sum hevur spælt í EB/Streymi hevur skift til B68, og hann spældi allar 90 minuttirnar í B68-álopinum. Hann spældi saman við Páll Didriksen í 80 minuttir, og saman við Akseli Højgaard seinastu 10 minuttirnar.

Jákup Eli Olsen spældi aftastur hjá B68, tí Mannbjørn Nesá var burtur og jugoslavin Dusan Alasis royndi seg á vinstra vongverja. Øssur Hansen var sentralur á miðvøllinum, men hann noyddist at gevast at spæla í seinna hálvleiki.


Manglaðu Nowisci

Hjá B71 manglaði polski málverjin Valdemar Nowisci, sum hevði skaða, og fyri hann røkti Henrik Juul uppgávuna. Tað gjørdi hann uttan mistøk, men tað stundum var langt millum tær stóru uppgávurnar hjá honum.

Hávardur Johannesen byrjaði á høgra vongverja, men var avloystur av Kára Nielsen í steðginum. Í seinna hálvleiki var Kári Nielsen helst besti B71¹arin. Jazek Buganiuk var viðaftur í álopinum, meðan Jónsvein Thomsen hevur verið burtur í fleiri dystir nú.

­ Vit løgdu dentin á at verja, men vit royndu eisini at sleppa fram við hvørt. Sendingarnar frameftir vøllinum vóru tó so óneyvar, at vit ongantíð komu til kjansir, sigur Eli Hentze.

­ Men tað eru stigini sum telja, og vit eru fegnir um at hava fingið okkara fyrsta stig.

Og tað sást eisini týðuliga, tá Lassin Isaksen (var á odda fyri dómrabólkinum, sum komandi vikuskiftið hevur altjóða uppgávu) bríkslaði dystin av. B71-spælararnir fegnaðust stórliga um stigið, meðan toftamenn hingu við høvdinum.

Teir høvdu havt nógv spæl, men kláraðu ikki at umseta spæl til kjansir og mál.

(ek)