B71 fekk fyrsta sigurin

Fótbóltslagið á Sandi er væl betri, nú B71 hevur fingið fyrsta sigurin í hús. Ungir leikarar syrgdu fyri, at Skála varð sent av oynni aftur við 1-3 tapi í viðførinum

Fótbóltur

 

Spenningurin undan dystinum millum B71 og Skála sunnudagin var stórur. Bæði liðini eru mett til at stríðast í tunga endanum í ár, og uttan iva sóu bæði liðini dystin sum ein gyltan møguleika at ogna sær stig á kontuna.

 

Skála væl frá byrjan

B71 hevur í ár havt trupult við at vera við í dystum frá byrjan av, og hetta hevur ført við sær, at brekkan hevur hug at gerast tyngri, sum dysturin líður. Hinvegin eydnast tað teimum ofta at vinna seg inn aftur, tá ið dysturin nærkast endanum. Somu byrjan fingu teir í góðveðrinum heima á Sandi, har væl leikandi Skála-liðið eisini gjørdi tað trupult hjá B71.

Byrjanin av dystinum bjóðaði málmøguleikar til bæði liðini, men vandamiklari enn nakrar hálvforkølaðar málroyndir gjørdist tað ikki. Skála hevði betri tamarhald á sínum egna spæli, og teir royndu eisini at gera sær dalt av hesum, tí B71 plagar nevniliga ikki at vera hitt sterkasta í fyrra hálvleiki. Í tráð við dystargongdina var tað eisini gestirnir, ið fingu fyrsta málið. Skála fekk fríspark í høgru síðu, sum varð skotið innfyri. Eftir einum lítlum bardaga um at fáa bóltin, eydnaðist tað Pæturi Dam Jacobsen at fáa bóltin í málið, og harvið leggja Skála á odda 1-0. Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan, og sigast má, at hálvleiksleiðslan var uppiborin.

 

Reistust mannliga

B71 hevði als ikki ætlað sær at tapa henda góðveðursdagin á heimavølli, har umstøðurnar at leika fótbólt vóru framúrskarandi. Nøkur borgarlig orð munnu B71-leikararnir hava fingið frá Eli Hentze í hálvleikssteðginum, tí eftir hálvleikin var heimaliðið sum hamskift. Longu í fyrsta álopinum var B71 tætt við at javna, men teir bíðaðu eina løtu enn.

Tó gingu ikki stórt meiri enn tíggju minuttir, áðrenn heimaliðið fekk javnað. Ein langur bóltur varð sendur fram til Høgna Midjord, sum hegnisliga lyfti bóltin upp um Skála-málverjan og í mál. Næsta málið hjá bara 17 ára gamla áleyparanum í ár. 1-1.

B71 setti seg á dystin, og var eisini vandamiklara liðið, tá ið nærkaðist málunum. Skála hevði nakrar møguleikar, men hesir vóru uttan bit og lítið vandamiklir.

Fimm minuttir fyri leiklok eydnaðist tað loksins heimaliðnum at fáa málið, sum gav teimum leiðsluna. Jóhannus Jensen sendi eitt fríspark innfyri málið, og har var ein Skála-leikari so óheppin, at hann kom at beina bóltin í egið mál.

Eftir leiðslumálið hjá B71 kastaði Skála tað mesta av fólkinum fram, og tá ið hetta heldur ikki elvir til mál, kann tað ganga galið í hinum endanum. Og tað gjørdi tað eisini. Í yvirtíðini breyt Gudmund S. Nielsen ígjøgnum í høgru síðu, og komin til mállinjuna sendi hann bóltin innfyri, har innskifti Jón Koytu Petersen í øðrum umfari fekk skorað til 3-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.