Felagið skrivar, at Richard Goffe hevur lagt nógva orku í felagið gjøgnum seinastu árini og íkast hansara hevur verið við til at tryggja, at B71 hevur flutt seg væl fram á leið.
– Tó hava vit nú ásannað, at partarnir hava ymiskar ætlanir og ynskir.
– Nevndin arbeiðir í løtuni við at tryggja eina skipaða og virðiliga loysn fyri allar partar, soleiðis at virksemið í felagnum kann halda fram so ótarnað sum møguligt, skrivar felagið.
– Vit vilja hervið takka Richard nógvar ferðir fyri hansara ótroyttiliga arbeiðið og ynskja honum og familjuni blíðan byr og góða eydnu frameftir, skrivar starvsnevndin B71.