B68 ? Víkingur 5-3 (2-3)
3. min: B68 leggur seg á odda beinanvegin, eftir hornaspark, sum Geza Turi slær í egið net. Eitt málmansdropp av teimum stóru!
17. min: B68 økir um leiðsluna eftir at bólturin verður spældur mitt fyri úr høgru, har Pól Jóhannus Justinussen setir fótin á og skorar.
21. min: Víkingur minkar um munin. Súni Olsen fangar bóltin á brotsteigarmarkinum, spælir eitt-tvey við Finnur Justinussen og skorar fyrsta málið fyri Víking í hesum dystinum, sum hevur fingið eina øgiliga byrjan.
38. min: So er javnt á Toftum. Eftir innlegg úr høgru og eitt sindur av trunkaspæl, eydnast tað Sølva Vatnhamar at skava bóltin inn um strikuna og javna fyri Víking.
44. min: Víkingur á odda á Toftum! Súni Olsen sendir eitt fríspark innlegg avstað, sum Sverri Jacobsen fær snittað so mikið við fótinum, at tað broytir kós og endar í netinum.
45. min: Hálvleikur á Toftum í einum sera opnum og undirhaldandi dysti, har persónlig mistøk hava sett sín dám á fyrstu trý korterini. Víkingur, sum er á odda, hevur higartil verið betra liðið.
75. min: B68 trýstir fyri at fáa útjavnandi málið, og hava eisini havt onkrar vandamiklar royndir. Hinvegin hótta Víkingar við kontraálopum og hava teir eisini fingið bóltin í netið einaferð í seinna hálvleiki, men tá var talan um rangstøðu og málið varð kolldømt.
81. min: Javnleikur! Oddur Højgaard, sum kom á vøllin fyri lítlari løtu síðani, hevur skorað fyri B68. Talan var um eitt fínt mál, har B68 flutti bóltin niðan í høgru og Kristian Anton Andreassen legði væl innfyri, og Oddur Højgaard stútaði í netið.
Beint undan hesum hevði Súni Olsen gyltan møguleika at økja um leiðsluna fyri Víking, men einsamallur við Vlada Filipovic eydnaðist tað ikki at skroa.
86. min: B68 er omaná! Enn einaferð er tað Oddur Højgaard, sum stútar í málið og enn einaferð er tað Geza Turi, sum er ein dýrur maður hjá Víkingi. Málverjin skal lofta hornasparki, men missir bóltin beint niður høvdið á Odduri Højgaard, sum stútar í málið.
90. min: Oddur Højgaard skorar reint hattrick og økir til 5-3. Í eini roynd at javna satsar Víkingur og sendir alt fram, men missa í uppspælinum. Óli Olsen strýkur avstað og tveir í móti einum leggur hann bóltin yvir um til Oddur Højgaard, sum staðfestir sigurin og skorar sítt triðja mál.
90. min: Liðugt, B68 vinnur sera málríka og undirhaldandi dystin móti Víkingi.
Liðini
B68: Vlada Filipovic ? Poul N. Poulsen, Øssur Hansen, Johan Dávur Højgaard, Niklas Joensen ? André Olsen, Ndende Adama Gueye, Pól Jóhannus Justinussen ? Dánjal Pauli Højgaard, Kristian Anton Andreassen.
Víkingur: Geza Turi ? Sverri Jacobsen, Atli Gregersen, Niclas Niclasen, Hanus Jacobsen ? Súni Olsen, Nenad Stankovic, Sam Jacobsen, Sølvi Vatnhamar, Bárður Hansen - Finnur Justinussen.
Dómari: Lars Mülle