B68 stríðist við skaðar í hesum døgum (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá B68, Øssur Hansen taka samanum tey fyrstu seks umførini í 1. deild

##med2##

Aftaná tríggjar sigrar og tveir javnleikir rendi B68 seg í sítt fyrsta tap í 1. deild hetta kappingarárið.

Hetta tapið kom í útidystinum móti Víkingi uppi á Brekku í Leirvík ígjár.

Høvuðsvenjarin hjá B68 greiðir frá, at fyri tíðina stríðist liðið við nógvar skaðar, og tað hevur eisini av somu orsøk, og orsaka av koronatilráðingunum ikki verið so lætt at hava optimalar venjingar hjá liðnum.

Øssur Hansen er tó við gott mót. Hann heldur seg hava ungar og evnaríkar leikarar, og toftafólk bakka væl upp.

Øssur hyggur ikki so nógv eftir hvussu nógv stig B68 er frammanfyri B71 og 07 Vestur, men heldur menningartilgongdini hjá liðnum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Øssur Hansen. 

(Samrøða: Øssur Hansen)