B68 snýtti teir á Dungasandi

Steffan A. Løkin skoraði einasta málið á Svangaskarði, tá ið toftamenn vunnu 1-0 ímóti B36

Síðsta sunnudag var stórur fagnaður í B68 leguni, tá ið toftamenn vunnu 3-2 við Løkina í Runavík og tryggjaðu sær plássið í bestu deildini.

 

Í góðveðrinum á Svangaskarði er eisini fagnaður í hesi løtu. Tað kemst av, at B68 við 1-0 sigri ímóti B36 hevur tryggjað sær uppaftur betri endastøðu, enn tað fyri fáum vikum síðani bar til at ímynda sær, at tað skuldi eydnast.

 

Sigurin á B36 ber við sær, at B68 hevur 30 stig. At tað endaði javnt – 1-1 – í Sørvági millum 07 Vestur og AB, ber við sær, at hesi bæði feløgini, 07 Vestur og AB, enda við 29 stigum, og tað ber aftur við sær, at tað er B68, sum endar á sætta plássi.

 

Nógvu tær undanfarnu ferðirnar hevur Steffan A. Løkin ikki verið millum teir fyrstu ellivu. Í dag var Steffan millum teir fyrstu ellivu, og hann takkaði fyri álitið, tá ið tað restaðu 10 minuttir. Gilli Samuelsen legði flatt innfyri úr høgru, og við handara stólpa var Steffan A. Løkin, sum stýrdi bóltin í málið.

 

B36 hevði onkran stóran møguleika at javna, men Benjamin Schubert var sera stinnur í heimamálinum. Og fram ímóti dystarenda vóru tað spentar støður og málmøguleikar í báðum endum.

 

B36 endar á fjórða plássi og hevur tryggjað sær pláss í Europa á sumri í 2023. Hetta var fjórði dysturin á rað, at B36 ikki vann fulla úrtøku. Úrtøkan úr hesum fýra umførunum er tvey stig.