B68 skal hava nýggjan formann

Ian D. Jacobsen takkar fyri seg á hesum sinni

Mynd: (B68) Ian D. Jacobsen (t.v) og Jákup á Borg, venjari hjá B68

Mikudagin 23. august verður eykaaðalfundur hjá B68. Longu nú hevur sitandi formaðurin, Ian D. Jacobsen, boðað frá at hann gevst sum formaður.

 

- Hevði aldrin væntað at tað fór at fella mær í lut at blíva nevndur við navnið í fótbóltshøpið, men seinastu árini hevur tað næstan ikki verið dagur ella vika ímillum, at man hevur verið frammið í onkrum miðli í fótbóltshøpið, skrivar Ian D. Jacobsen og leggur afturat:

 

- Hetta kemst sjálvandi av at B68 í fleiri ár hevur havt eina miðvísa ætlan um hvussu felagið aftur kann stabilisera seg í bestu deildini og gera sítt besta fyri at røkka toppinum í føroyskum fótbólti aftur. Hendan ætlan byrjaði á sumri 2019 tá Øssur Hansen tók við sum venjari og hon koyrir í sama blóma nú Jákup Á Borg hevur tikið við.

 

Hann nevnir fleiri av minniligu sigrunum seinastu tíðina. Størstur er helst sigurin á NSÍ í fjør, tá B68 tryggjaði sær lívið í bestu deildini, meðan grannarnir máttu tað tungu leið niður í næstbestu deildina.

 

- Nú eykaaðalfundurin nærkast, fari eg at heita á so nógv sum gjørligt um at bjóðað seg fram at standa fyri felagnum tað næsta tíðarskeiðið og um ikki í nevnd, so bert geva til kennar, at man er sinnaður í at hjálpa felagnum við einar hond, sigur ian D. Jacobsen.

 

B68 er í holt við eitt misjavnt kappingarár. Liðið hevur vunnið seg í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið, har mótstøðuliðið er EB/Streymur. Í landskappingini gongur verri og B68 hevur fingið 11 stig fyri 13 dystir og er á 7. plássi.

 

Mynd: (B68) Ian D. Jacobsen (t.v) og Jákup á Borg, venjari hjá B68