Beinta Mikkelsen tók við sum forkvinna í B68 fyri einum árið síðani. Men vegna vantandi tíð, hevur hon í kvøld lagt frá sær sum forkvinna.
Tveir nevndarlimir skuldu veljast til aðalfundin, av tí at Sámal Olsen og Jan Joensen ikki tóku við afturvalið.
3 nýggj fólk skuldu sostatt veljast í nevndina og tað vóru 3 kend andlit á Toftum, ið komu inn.
Fyrrverandi borgarstjórin Símun Johannesen er nýggjur í nevndini, saman við Janus Fossdalsá og fyrrverandi formanninum í B68, Niclas Davidsen.
Nýggja nevndin skipar seg á fundi í annaðkvøld.
Hesi sita sostatt í nýggju nevndini hjá B68 :
Djóni Højgaard
Tórunn Fredriksberg
Símun Johannesen
Janus Fossdalsá
Niclas Davidsen