Toftamenn hava gott fólk við nógvum royndum. Setningurin hjá teimum verður at royna at blanda seg í kappingina um heiðursmerkini. Fuglfirðingar hava fleiri evnaríkar og ungar spælarar, og teir hava eisini onkrar, sum hava royndir. Teirra setningur verður at royna at blanda seg í kappingina um plássini, sum bera uppflyting til bestu deildina við sær.
At tað var munur á støðinum, sum liðini skulu kappast á, sást á Svangaskarði. Teir á heimaliðnum vóru tryggari á bóltinum, teir gjørdu færri mistøk, og teir megnaðu betri at samanspæla við fyrstu ferð sendingum, enn teir í ÍF gjørdu tað.
B68 vann tryggan sigur. Tey trý stigini høvdu við sær, at fyrsta plássið í bólkaspælinum varð staðfest, og tað staðfesti eisini, at toftamenn høvdu fult stigatal eftir fimm steypadystir.
Umstøðurnar vóru torførar í 1. hálvleiki, men tað var tá, at tað eydnaðist best hjá B68. Øssur Hansen setti hol á eftir stutt horna úr høgru. Úr spískum sendi hann dygst inn við handara stólpanum. Hetta var í 16. minutti, og átta minuttir seinni økti landsliðsmaðurin, sum hevði rættuliga leysan leiklut á miðvøllinum. Seinnu ferðina, sum Øssur skoraði, varð hann spældur leysur av einum øðrum av landsliðsmonnunum hjá B68. Fróði Benjaminsen lyfti hegnisliga inn um verjuna.
Fróði Benjaminsen økti til 3?0 í 35. minutti. Tað gjørdi hann, eftir at Eyðstein Skipanes hevði lagt horna innfyri úr vinstru.
Bárður við aftur
Tað lá kanska í luftini, at ÍF, sum í 1. hálvleiki hevði misnýtt ein stóran møguleika eftir kiksaða B68 afturlegging, enn eina ferð skuldi tapa stórt á útivølli. Vánirnar versnaðu hjá ÍF, tá teir í steðginum vóru noyddir at taka skadda Rúna Petersen út. Toftamenn vóru framrættaðir, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa mál.
Ístaðin skoraði Bárður á Lakjuni fyri ÍF. Vandamiklasti bóltspælarin hjá ÍF hevur verið skaddur, og tískil hevur hann ikki vant so nógv síðstu tíðina. Bárður kom á vøllin beinanvegin eftir steðgin, og átta minuttir seinni hevði hann skorað. Viggo Johannesen, sum var miðvallari, stakk bóltin fram ímillum, og Bárður gjørdi sær dælt av, at verjuparturin var tunnur.
Hjá B68 spældi Jan Petersen ikki við, tí hann var skaddur. Jan Dam spældi bara 1. hálvleik, so fór hann út, tí hann kendi sær ein løst. Tá hann fór út, kom unglingaspælarin Kristian Poulsen á vøllin, og tá fór Jákup Eli Olsen í miðverjuna.
B68?ÍF 3?1 (3?0)
1?0: Øssur Hansen 16.
2?0: Øssur Hansen 24.
3?0: Fróði Benjaminsen 35.
3?1: Bárður á Lakjuni 53.
Dómari: Lassin Isaksen
B68: Magnus Poulsen ? Mannbjørn Nesá, Jan Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Eli Olsen ? Øssur Hansen, Fróði Benjaminsen, Marlon Jorge, Eyðstin Skipanes ? Marcello Marcellino, Súni Fríði Johannesen
ÍF: Allan G. Joensen ? Sigfríður Abrahamsen, Torstein Joensen, Alvi Justinussen, Tomek Przybilski ? Hjalti Lundsbjerg, Viggo Johannesen, Mortan Thomsen, Høgni Zachariasen, Ken Bærendsen ? Rúni Petersen










