SKÁLA-B68
Botngysari verður á Skála sunnudagin. B68 og Skála eru niðast á støðutalvuni við fimm stigum í part.
Hjá báðum pørtum tykjast nýggj perspektiv at vera í liðunum, nú tað verður farið undir annan triðingin av kappingini.
Móti NSÍ hósdagin vísti Skála, at tað kann roknast við betri tíðum, enn tað higartil hava verið hjá silvurvinnarunum frá í fjør. Burtursæð frá Alexanduri Johansen eru skaddu menninir við at koma fyri seg, og nú eru skipanin, fatanin og hugflogið, sum tað leingi hevur bilað við, um at koma upp á pláss. Bogi Gregersen var á beinkinum móti NSÍ. Einasti spurningurin tykist vera, um hann enn eina ferð skal sita á beinkinum, ella um hann aftur fer at fáa møguleikan.
B68 hevur bara vunnið eina ferð í ár. Tað var í fjórða umfari, tá ið teir vunnu heimadystin móti Skála 1-0. Í fjórðingsfinaluni móti B36 vóru sammett við tað, sum er farið av hesum árinum, tveir nýggir spælarar á liðnum hjá B68. Annar var Julian Johnsson, sum hevur verið krossbandsskaddur síðani í juni í fjør.
Hin er Mustapha Kamal Ndaaw úr Gambia. Hann var ein part av 2003 kappingarárinum á Sandi. Nú hava toftamenn fingið skjóta álopsspælaran henda vegin at hjálpa til. Kamal kom til Toftir mikudagin, og hann verður sunnudagin á Skála álopsmakkari hjá Súna Fríða Barbá.