Í fjør var eingin uppflyting úr næstbestu og í bestu deildina. Ásetingarnar søgdu, at kravið til uppflytara var, at hann endaði millum trý tey fremstu. Tað megnaði einki felag, sum hevði lið í bæði bestu og næstbestu deildini, og so var eingin flyting millum tvær tær ovastu deildirnar.
Nú eru ásetingarnar broyttar soleiðis, at tað verður uppflyting. Eitt ella tvey lið fara at flyta upp, og tí fara eitt ella tvey lið at flyta niður.
Eftir fýra umfør eru tað tvey lið, sum ikki enn hava tapt, og sum eru á odda. Tey eru næstbesta liðið hjá Víkingi og so B68.
Søguliga eiga toftamenn glæsilig úrslit, tí teir hava vunnið FM tríggjar ferðir – í 1984, 1985 og 1992.
Men í hesi øldini hevur tað ikki verið so sannførandi. B68 vann bronsu í 2000, 2001 og 2003, og síðsta tíggju ára skeiðið hevur tað snúð seg um flyting millum tvær tær ovastu deildirnar.
Síðani 2016 hevur B68 ikki verið í bestu deildini.
Nú er Øssur Hansen venjari, og áhugin fyri at venja er stórur. Í gjár vann B68 2-1 í Sørvági, og tað var søtur sigur í strembanini eftir at vera væl fyri í kappingini um at flyta upp, men har eru nógvir leikir eftir í tí talvinum.
Týskvøldið verður fimta umfar. Tá fáa toftamenn vitjan av teimum næstbestu hjá HB. B68 kappast í toppinum við teir næstbestu hjá Víkingi og B36. Víkingarnir skulu suður á Sand, og B36 fær vitjan av grannunum í FC Hoyvík.
Á facebookvanganum hjá Tofta Ítróttarfelag eru myndir frá dystinum í góðveðrinum á Dungasandi ígjár.
NSÍ – KÍ 6-2 (1-0)
1-0: Búi Egilsson 15.
1-1: Hjalgrím Elttør br 54.
2-1: Jann Martin Mortensen br 56.
3-1: Jørgen Nielsen 64.
4-1: Jørgen Nielsen 66.
4-2: Aron Joensen 74.
5-2: Búi Egilsson 85.
6-2: Búi Egilsson 87.
07 Vestur – B68 1-2 (0-1)
0-1: Andri Benjaminsen 23.
0-2: Óli H. Olsen 48.
1-2: Tór-Ingar Akselsen br 92.
FC Hoyvík – AB 3-2 (2-0)
1-0: Villiam Emil Klein 7.
2-0: Óli Hansen 30.
2-1: Petur Frank Holm 48.
2-2: Jón Krosslá Poulsen 56.
3-2: Pætur I. Rein 81.
HB – Víkingur 0-2 (0-1)
0-1: Hans Jákup Lervig 49.
0-2: Pól Enok Hansen 87.
B36 – B71 3-1 (1-1)
1-0: Brian Jakobsen 31.
1-1: Tijani Mohammed 45.
2-1: Jóhann Joensen 83.
3-1: Rani í Soylu 90.
Víkingur | 4 | 3 | 1 | 0 | 10 | 4 | 10 |
B68 | 4 | 3 | 1 | 0 | 8 | 3 | 10 |
B36 | 4 | 3 | 0 | 1 | 7 | 4 | 9 |
NSÍ | 4 | 2 | 1 | 1 | 12 | 8 | 7 |
B71 | 4 | 1 | 2 | 1 | 5 | 5 | 5 |
KÍ | 4 | 1 | 1 | 2 | 7 | 10 | 4 |
FC Hoyvík | 4 | 1 | 1 | 2 | 6 | 10 | 4 |
07 Vestur | 4 | 0 | 3 | 1 | 6 | 7 | 3 |
HB | 4 | 0 | 2 | 2 | 4 | 8 | 2 |
AB | 4 | 0 | 0 | 4 | 3 | 9 | 0 |
Máltindurin | ||
Andri Benjaminsen | B68 | 4 |
Búi Egilsson | NSÍ | 3 |
Óla Kristian Jacobsen | Víkingur | 3 |
Rani Hansen | Víkingur | 3 |
5. umfar
Týsdagin 2. juni
KÍ – 07 Vestur
B68 – HB
B36 – FC Hoyvík
AB – NSÍ
B71 – Víkingur