Fær B68 trý stig eftir avgerð hjá aganevndini og missir B36 trý stig. Tann spurningurin hevur hingið í luftini, síðani B68 kærdi um, at B36 nýtti ólógligan spælara, tá ið B36 4. september vann 3-1 á heimavølli ímóti B68.
Svarinum á henda spurning hevur tað verið bíðað eftir, og nú hevur aganevndin svarað spurninginum. Svarið er, at aganevndin dømir B36 at tapa 3-0 og B68 at vinna 3-0. Avgerðin styrkir um vánirnar hjá B68 at varðveita plássið í deildini, og avgerðini ber við sær, at spenningurin verður størri um fjórða plássið. Í tí kappingini eru B36 og EB/Streymur.
Avgerðin hjá aganevndini kann kærast til yvirkærunevndina, sum eigur endaligu avgerðina. B36 hevur fimm dagar at gera av, um avgerðin hjá aganevndini skal skjótast inn fyri hægri rætt. Avgerðin er longu tikin:
-Avgerðin hjá aganevndini kemur ikki óvæntað á okkum. Vit halda okkum framvegis at hava eina góða søk, og vit kæra avgerðina til yvirkærunevndina, sigur Jákup Mørk formaður í B36.