UPPTAKT
Um hagtølini verða nýtt sum metingar grundarlag, so eru útlitini einki serlig hjá B68, sum í morgin fer at taka ímóti GÍ. Í 1989 vann B68 1?0 á Svangaskarði ímóti GÍ. Málskjútti ta ferðina var Hans Mourits Foldbo, sum var lærari á Toftum og mundi fáa manga glósuna fyri sjálvmálið ? hann var aftasti verjumaðurin hjá GÍ. Síðani tá hevur GÍ verið greitt omaná á Svangaskarði, har teir ikki hava tapt, meðan B68 hevur staðið seg betri í Gøtu, enn teir hava gjørt á heimavølli.
Sunnudagin spældi B68 í Gundadali sær av við møguleikan sjálvt at gera FM heitið av. Eftir sjey sigrar á rað taptu teir ímóti HB. Spurningurin er nú, hvussu vónbrotið fer at ávirka avrikið ímóti GÍ. Manningarligu fyritreytirnar hjá B68 kundu havt verið betri. Landsliðsmaðurin Fróði Benjaminsen er leikbannaður, og tað er Mannbjørn Nesá, sum varð skiftur inn í 2. hálvleiki sunnudagin, eisini. Øssur Hansen noyddist sunnudagin at fara av vøllinum, tá ið 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamal. Hann hevði trupulleikar bæði í knænum og lærkrikanum. Øssur hevur ikki vant í vikuni, og á Toftum verður tað mett rættuliga lítið sannlíkt, at hann verður við í morgin, og ivaleyst hevur hann spælt fyri seinastu ferð í ár.
Súni Fríði Johannesen var leikbannaður ímóti HB. Hann verður við aftur í morgin, og tað kann væl hugsast, at Øssur Jacobsen, sum tóktist væl upplagdur, tá ið hann varð settur inn ímóti HB, verður ímillum teir fyrstu ellivu ímóti GÍ. Eyðstein Skipanes var orsaka av sjúku ikki við ímóti HB. Hann er nú tøkur aftur.
Súni uttanfyri
Gøtumenn fingu mikukvøldið trý kærkomin stig í Vági. Talan var um annan sigurin á rað, eftir at tað annars hevur verið soltið.
Kostnaðurin fyri sigurin á Vágs eiði var tvey leikbann. Høgni Madsen, sum varð skiftur inn í 2. hálvleiki, eigur annað, og hitt er serliga meint. Tað eigur Súni Olsen, sum hevur verið stak væl upplagdur síðstu ferðirnar.
Í Vági vardi Mortan Joensen GÍ málið. Hallur Hansen var sjúkur, men hann er tøkur aftur. Pólverski málverjin, sum hevur verið í GÍ málinum størsta partin av kappingarárinum, fór til hús undan heimadystinum ímóti EB/Streymi.