B68 greiddi sína skyldu

Toftamenn vunnu 2-0 á FC Suðuroy, men eru enn undir niðurflytingarstrikuni saman við FC Suðuroy. Bjarki Johannesen og Kristian Anton Andreassen skoraðu málini fyri heimaliðið

B68 hevur í fleiri verið stemplað fyri at hava undirprestera í mun til tilfarið, sum er tøkt. Í ár er nógv lagt afturat, men heldur ikki í ár hava toftamenn megnað at klatrað burtur frá botnstríðnum. Við tilgongd av Christian Høgna Jacobsen, Einari Hansen og Jústinusi Hansen vætnaðu tey flestu at B68 fór at gera seg galdandi longur uppi á stigatalvuni. Stigatalvan sigur tó sína greiðu søgu, B68 er hóast sigurin framvegis undir niðurflytingarstrikuni, men tað er tætt og ein umfar kann broyta upp á raðfylgjuna í botnstríðnum.

B68 kom á odda aftaná 13 minuttir við máli sum Bjarki Johannesen skoraði. FC Suðuroy hevði beint frammanundan ein møguleika, men so fór B68 í mótálop og skoraði. Tíggju minuttir fyri tíð avgjørdi Kristian Anton Andreassen dystin. B68 hevur nú 18 stig men tað er ikki nokk til at hála seg upp um niðurflytingarstrikuna.

FC Suðuroy er hinvegin í holt við at sláa øll met sum vánaligasta liðið í bestu deildini síðani farið var at spæla 27 umfør. Liðið hevur bara fingið trý stig og skotið fýra mál. FC Suðuroy hevur ongan dyst vunnið