Toftamenn eru á veg í Gundadal, har teir klokkan 14.30 skulu spæla ímóti teimum næstbestu í HB. Tað hevur higartil ligið væl fyri hjá B68, sum í 8 umførum ikki hevur tapt. Einasti stigamissurin higartil hevur verið javnleikurin á heimavølli ímóti TB.
HB stóð seg sera væl mikukvøldið, tá ið havnarmenn fóru norður aftur av Sevmýri við 2-0 sigri. Úrslitini hjá HB og B68 ímóti TB kundu bent á, at mótstøðan hjá B68 verður dygg í dag.
Mikukvøldið vann B68 á heimavølli 3-1 ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. 2. hálvleikur endaði 1-1, og á Toftum verður sagt, at teir vóru ikki nøgdir við seinna umfarið ímóti KÍ. Teir taka hetta sum áminning um, at tað hvørja ferð er alneyðugt at taka uppgávuna í stórum álvara ? ikki minst í dag.