B68 er nú á uppflytingarplássi

1. DEILD: Suðringar hildu tørn í ein tíma, áðrenn tað glapp, og toftamenn heilt til endan vunnu trivaligan sigur

Í kvøld styrkti B68 um møguleikan at flyta upp aftur í bestu deildina. Á heimavølli vann B68 3-0 ímóti Suðringum.

 

Um eina viku hevur B68 møguleika at taka risa fet fram ímóti uppflytingini. Annan leygardag – 18. august – fáa toftamenn vitjan av grannunum í NSÍ. Tað eru B68 og næstbesta NSÍ liðið, sum í løtuni eru í tættari kapping um bronsuplássið.

Um tað leygardagin eydnast B68 at vinna fulla úrtøku, so verður møguleikin fyri at flyta upp heilt stórur.

 

Í kvøld átti B68 heimavøll ímóti næstbesta liðnum hjá Suðringum. Í fyrra hálvleiki gekk tað javnt á. Bæði liðini høvdu møguleika at skora mál, men tað var framvegis málleyst, tá ið teir fóru at hvíla seg.

 

Tá ið ein tími var farin, eydnaðist tað B68 at seta hol á. Óli H. Olsen var málskjútti, og tað var 1-0, inntil tað restaði ein minuttir. Tá økti innskifti Otto Reinert Petersen um munin til 2-0, og í siðsta minutti staðfesti Óli H. Olsen heimasigurin.

 

KÍ er topplið við 45 stigum, ÍF hevur 36 stig, B68 hevur 35 stig, og NSÍ hevur 33 stig.

 

Tríggir dystir í 1. deild eru í morgin: ÍF – Víkingur, Giza Hoyvík – B71 og HB – Skála.