Gundadalur í dag

B36'arar leggja sær dystin móti KÍ í geyma

Tað lýsir so bjart í Gundadali, at B36 hevur vunnið 2-0 á KÍ

Gundadalur í dag

B36'arar í Havn eru so fegnir um, at teir seinasta leygardag vunnu landskappingardystin ímóti KÍ í fremstu deild hjá monnum. 

Teir hava brúkt dagarnar síðani leygardagin at leggja sær dystin í geyma við at lata máltalvuna lýsa – sum hon hevur lýst síðani leygardagin.

Eingin skal vera í iva um, at B36 hevur vunnið á kappingarneytunum úr Klaksvík.

Tað hevur gingið sera væl hjá KÍ seinastu árini, og trý tey seinastu føroyameistaraheitini hava teir vunnið. Tað gekst eisini avbera væl úti í Evropa.

KÍ er tað liðið sum hevur vunnið næstflest føroyameistaraheiti, 21 eru tey í tali. 

HB hevur vunnið 24. 

 

##med2##

B36 kemur á triðja plássið – tó rættiliga langt aftan fyri KÍ, tí B36 hevur 'bara' vunnið 11 føroyameistaraheiti.

Men teir vunnu so á KÍ leygardagin, og um onkur ikki trýr tí, so er at koyra niðan í Gundadal, tí har stendur tað púra greitt á máltalvuni á ovara vølli...

Spurningurin er so bara, um tað skal standa til annan páskadag 1. apríl, tá ÍF kemur til Havnar at spæla ímóti HB?

 

Gundadalur í dag

Myndin er tikin á ovara vølli í Gundadali í dag – fimta dagin eftir dystin millum B36 og KÍ