B36 vunnið tvey stig við kæru

Heimasíðan hjá B36 skrivar í kvøld, at aganevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur tikið støðu til kæru um dystin millum B36 og Skála tann 13. mai í ár. Í dystinum, sum endaði við javnleiki, kom Skála-spælarin Slavisa Kaplanovic á vøllin, hóast hann ikki stóð á dómaraseðlanum.

 

Hetta kærdi B36, og aganevndin hjá FSF hevur gjørt úrskurð í málinum. Nevndin hevur dømt Skála at tapa dystin, og B36 fær trý stig við málmuninum 0-0.

 

Hetta hevur við sær, at B36 nú er fýra stig frammanfyri næsta liðið í Formuladeildini, meðan Skála fer frá 20 stigum og niður á 19 stig.