B36 gav sunnudagin út nýggja fløgu við heitinum ”Vit halda øll við B36”. Stigtakararnir eru millum annað Lissi Mouritsen, Kristina Jarnfoss, Joan Neshamar, Malan Eyðunsdóttir og James Olsen.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini
Eisini kendi B36 viðhaldsmaðurin og tónleikarin Terji Rasmussen, hevur givið sítt íkast til fløguna. Tí sangurin ”Allir mínir menn”, sum hevur verið at hoyrt í eina tíð, verður nú á fyrsta sinni útgivin á fløgu. Tað eru fimm sangir á fløguni.
Í samband við at fløgan kom út sunnudagin til dysti móti Skála, tosaði Rás2 við í nakrar av ”White Tigress” og samskiparan hjá B36, Andrass Thomsen.









