Í kjalarvørrinum av sendingini Við hjálp frá góðum fólki, ið var send í Kringvarpinum hóskvøldið, eru korini hjá børnunum hjá stakum uppihaldarum aftur sett á breddan. 1326 føroysk børn liva í fátækraváða, og ofta verður ført fram, at serliga seta útreiðslurnar til ítróttin stór krøv til familjuøkonomiin. Onkur ítróttarfeløg hava longu skipanir í gildi, har tey veita teimum, sum eru illa fyri fíggjarliga, bíligari ella ókeypis limaskap, og nú hevur B36 eisini tikið líknandi stig.
Saman við felagsskapinum Í Menniskum Gòður Tokki, boðar B36 í morgun frá, at nú fáa børn í fíggjarliga sperdum familjum ókeypis limaskap frá felagnum. Samstundis letur Í Menniskjum Góður Tokki venjingarklæði til børnini.
- Vit vilja fegin gera okkara fyri at lætta um truplu støðuna hesi børn og teirra familjur eru í, og bjóða børnum og ungum, sum liva í fíggjarliga sperdum familjum at venja við B36, sigur Heiðrikur Christiansen, formaður.
- Tað hevur stóran týdning fyri børn, at kunna taka lut í frítíðaritrivum saman við sínum javnaldrum, og vit gleðast um, at B36 hevur tikið stig til hetta. Tað fer at skapa stóra gleði hjá teimum børnum, sum ikki hava ráð at taka lut annars, sigur Annlis Bjarkhamar frá Í menniskjum góður tokki.










