B36 varðveitir vónina

B36 ? HB 2-0 (0-0)

B36 dróg longra stráið, tá grannaliðini brustu saman í 2. deild. HB hevði eisini gyltar málmøguleikar, men B36 var kaldari í avgerandi løtunum. B36 hevur enn møguleika fyri at vinna gullið


 

2. deild


Tað vóru tvey skerd lið, sum fóru á vøllin sunnudagin, tí stórt fráfall hevur verið hjá báðum liðum í seinnu hálvu. HB, sum lá á odda stórar partar av fyrru hálvu, er nú av álvara steðgað upp, meðan B36 enn hevur møguleika at gera seg galdandi í oddinum.

Fyrri hálvleikur var heldur spakur við fáum veruligum málmøguleikum, og langt var ímillum veruliga ágangandi álop. Tað sá út til, at verjurnar høvdu gott tak á álopsleikarunum.

Bæði liðini høvdu tó møguleikar at skora fyrsta málið fyri steðgin. Ransins N. Djurhuus gjørdist einaferð púra leysur eftir útspæl frá Kaj Leo Johannesen í málinum, men áleyparin var ikki nóg neyvur. HB hevði kanska fleiri royndir á málið enn B36 fyri steðgin, men eingin megnaði at fáa bóltin um strikuna. Øssur Jacobsen hevði eisini ein gyltan málmøguleika, men B36-arin sendi framvið.


B36 avgjørdi

Eftir steðgin avgjørdi B36 dystin til egnan fyrimun. Fyrra málið skeyt Brynleif Hansen. Ein langur bóltur varð sendur inn í brotsteigin, har Brynleif tók hann niður og sendi framvið Kaj Leo.

HB hevði eisini sínar møguleikar í seinna hálvleiki, men René Tórgarð stóð stinnur sum aftast skansi hjá B36.

Dysturin varð meira ella minni avgjørdur, tá B36 økti um leiðsluna og ein HB-ari varð sendur av vølli. Øssur Jacobsen brýtur ígjøgnum, men aftasti maður hjá HB nýtir neyðbremsuna og má undir brúsuna áðrenn dystarlok. Ragnar Poulsen sendir frísparkið hegnisliga uppum múrin og beinleiðis í netið.

Við bara tíggju monnum var lítil møguleiki hjá HB at venda dystinum, og B36 vann 2-0. Havnarliðið hevur enn møguleika at vinna deildina, men so skulu hini úrslitini laga seg væl. B36 skal í seinasta umfari til Leirvíkar. HB hevur einki at spæla fyri meira, og teir taka næsta vikuskiftið ímóti GÍ í Havn.


B36 ? GÍ 2-0 (0-0)

1-0: Brynleif Hansen

2-0: Ragnar Poulsen