B36 var um reppið at snýta meistararnar

KVINNUR: HB vann ímóti NSÍ, og EBS/Skála vann í Vágum

KÍ kvinnur 2022 Mynd: KÍ/Eyðbjørn Jacobsen

Nú hava øll átta liðini í bestu deildini spælt fyrsta dystin. Sunnudagin vann Víkingur 16-0 í Suðuroy, og í kvøld vóru tríggir dystir.

 

KÍ vann 1-0 á heimavølli ímóti B36, HB vann 2-0 á heimavølli ímóti NSÍ, og EBS/Skála vann 2-1 í Sørvági.

 

Í Klaksvík var heimaliðið greitt omaná, men tað gekk striltið við málskjótingini, hóast møguleikarnir vóru stórir. Malena Olsen legði KÍ á odda, tá ið vanliga leiktíðin í fyrra hálveiki var farin.

 

Eftir steðgin var KÍ framvegis omaná, men tað var um reppið, at B36 í síðstu løtu javnaði. Innskifta Judith Eilersdóttir Rasmussen fangaði bóltin frammanfyri KÍ brotsteigin. Hon royndi seg við skoti, og bólturin rakti í stólpan og trillaði út aftur í hinari síðuni av málinum.

 

Í Gundadali vann HB 2-0 ímóti NSÍ. Tað var málleyst, inntil tað restaðu 20 minuttir. Tá legði Rebekka Katrine Klein Olsen heimaliðið á odda eftir hornaspark frá Elin Mariu Isaksen, og lítla løtu undan leikloki staðfesti Astrid Mittfoss 2-0 heimasigurin.

 

Í Sørvági legði Lea Lisberg beinanvegin EBS/Skála á odda 1-0, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti Maria Ernstdóttir um munin til 2-0. Fimm minuttir eftir steðgin kom spenningur í aftur, tá ið Lisa Haraldsen minkaði um munin til 2-1, og tað varð úrslitið.

 

 

 

TB/FCS/Royn – Víkingur 0-16 (0-12)

 

Víkingur: Hanna Isaksen Højgaard (5), Marita á Fríðriksmørk (3), Rakul Sørensen (3), Mona Rasmusardóttir (2), Jensa Tórolvsdóttir (2), Sára á Líðarenda (1)

 

 

 

KÍ – B36 1-0 (1-0)

 

1-0: Malena Olsen 45.+2.

 

 

 

07 Vestur – EBS/Skála 1-2 (0-2)

 

0-1: Lea Lisberg 7.

 

0-2: Maria Ernstsdóttir 22.

 

1-2: Lisa Haraldsen 50.

 

 

 

HB – NSÍ 2-0 (0-0)

 

1-0: Rebekka Katrine Olsen 70.

 

2-0: Astrid Mittfoss 85.

 

 

 

Annað umfar verður um vikuskiftið:

 

Leygardagin 26. mars: B36 – 07 Vestur.

 

Sunnudagin 27. mars: EBS/Skála – HB, Víkingur – KÍ og NSÍ – TB/FCS/Royn. 

 

KÍ kvinnur 2022 Mynd: KÍ/Eyðbjørn Jacobsen