1. september
Landsliðið leggur seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin móti Luksmeburg. Stóri spurningurin er, hvør skal loysa leikbannaða Øssur Hansen av.
4. september
Í oysandi regni vinna Føroyar 1-0 á Luksmburg við brotssparksmáli av Jens Kristian Hansen. Mett verður, at nógva regnið kostaði FSF hálva millión, tí nógv settust eftir.
Enska 1. deildarfelagið, Birmingham, sigst hava áhuga í at keypa Toda Jónsson.
Ólavur Sionsen vinnur íslandssúluna í talvi.
5. september
Russiska landsliðið er komið til Føroyar at spæla landsdyst í fótbólti.
Stór bridgekapping varð skipað í samband við vitjanina hjá Svend Novrup. Ikki færri enn 27 pør luttóku.
6. september
Tað kemur fram, at teir báðir landsliðsleikararnir, Jóhannus Joensen og John Petersen, kunnu fáa drúgt leikbann. Hetta um teir verða funnir sekir í ákærunum, sum eru reistar eftir útvísingarnar, sum teir nýligani hava fingið.
7. september
Føroyar taptu dystin móti Russlandi 3-0. Yvirhøvur var talan um russiska uppvísing, og um nakað var sigurin í minna lagi.
8. september
Torleif Sigurðsson heldur, at FSF nú eigur at leggja áherslu á, at fáa húsini við Tórsvøll gjørd liðug, so vøllurin kann fáa endaliga altjóða góðkenning.
11. september
Við einum máli eitt korter fyri leiklok heldur B36 fast um oddasessin í fyrstu deild. Samstundis heldur kreppan í HB fram. Teir tapa 3-2 á Sandi, og nú ganga søgur um, at venjarin skal fáa sekkin.
Hóast teir eru í oddinum í aðru deild, so sigur Skála rumenska venjaran, Eugen Voda, úr starvi. Tapið fyri Sumba var hin væl kendi dropin.
Í Molde er Jákup Mikkelsen aftur á liðnum, sum vinnur stórsigur á Odd Greenland.
12. september
Venjarin hjá HB. Ion Geolgau, hevur gjørt av at siga seg úr starvinum. Fyribils verður Ingi Rasmussen settur at taka sær av liðnum.
FCK fær aftur nýggjan venjara. Kent Karlsson megnar ikki trýstið í felagnum, og fyribils tekur Niels Christian Holmstrøm yvir.
KÍ kvinnurnar eru meistarar, hóast tað enn resta tvey umfør at leika.
13. september
Kappingarnevndin hjá FSF ger av, at Jóhannis Joensen skal hava leikbann í fýra dagar fyri atburðin í sambandi við útvísingina móti NSÍ. Samstundis verður sligið fast, at John Petersen bert fær leikbann í ein dag.
14. september
Eftir áheitan frá leikarunum hevur Ion Geolgau gjørt av, at hann kortini heldur fram í venjarasessinum í HB.
Óli Johannesen telist millum málskjúttarnar, tá Hvidovre vinnur 4-0 á Glostrup í donsku steypakappingini.
GÍ og HB spæla útsettan dyst. GÍ vinnur 3-2, eftir at HB vinnur seg úr 0-2 upp á javnt.
15. september
Trið-seinasta umfarið í landskappingi stendur fyri framman. B36 skal til Klaksvíkar, meðan GÍ spælir heima móti NSÍ.
Dómsnevndin hjá FSF hevur endaliga staðfest, at Skála vinnur kæruna ímóti HB.
18. september
Málsviðgerðin í sambandi við leikbanni hjá Jóhannis Joensen setur fleiri spurningar, enn hon gevur svør, og partarnir í málinum tykjast ørkymlaðir av avgerðini hjá kappingarnevndini.
B36 vinnur í Klaksvík, og GÍ tapir heima móti NSÍ, so liggur alt til, at árstalsfelagið kann rópa seg meistara, tá árið er av. Enntá við at vinna komandi heimadystin móti HB.
Í aðru deild vinnur Skála á ÍF, sum nú er á triðja plássi. TB er nummar eitt.
19. september
Dómarafelagið er misnøgt við málsviðgerðina hjá Kappingarnevndini í FSF, men formaður hjá dómarunum, Erling Eysturoy, sigur, at dómararnir ikki hava heimild at gera nakað við málið.
Jógvan Martin Olsen verður nýggjur venjari hjá NSÍ. Samstundis er spæliloyvi hjá Christian Høgna Jacobsen endaliga útflýggja Esbjerg.
Sambært FSF røkist ikki fyri, at ætlaði landsdysturin móti Noreg kann spælast.
20. september
Hóast stór ónøgd er um sonevnda Jóhannis Joensen málið, so er kortini líkt til, at málið sleppur at tagna, tí eingin partur ætlar at kæra avgerðina.
21. september
Í Klaksvík verður leitað eftir nýggjum venjara, og Ioan Geolgau og Kurt Mørkøre teljast millum heitastu evnini.
Í Havn verður lokaluppgerð, sum kann gera B36 til meistarar. Tveir gamlir kenningar úr báðum feløgunum, Eirikur Rasmussen og Árni Rein, hugleiða um dystin.
22. september
Meðan bíða verður eftir dystunum í fyrstu deild um vikuskiftið, frættist, at Niclas á Líðarenda, dómari, hevur kært kappingarnevndina, tí nevndin ikki hevur tikið støði í dómarafrágreiðingini, tá Jóhannis Joensen málið varð viðgjørt.
25. september
So er B36 meistari. Heðin á Lakjuni skjýtur einasta málið í dystinum ímóti HB, og so kann eingin taka B36.
TB tryggjar sær uppflyting til fyrstu deild, tá teir vinna 1-0 í Sumba. Skála gerst nummar tvey, meðan vónbrotnu fuglfirðingarnmir mugu ásanna, at teir ikki sleppa upp hetta kappingarárið.
Í HB siga tey, at tað so ikki verður Ion Geolgau, sum skal venja KÍ komandi árið. Hann hevur framvegis sáttmála við HB, eru boðini.
26. september
Allan Simonsen hevur tikið hópin til seinasta landsdystin á árinum út. Allan Mørkøre er ikki úttikin, men harafturímóti er Klæmint Matras nýggjur í hópinum.
27. september
Stórur fagnaður var í Klaksvík, tá KÍ-kvinnurnar fingu handað FM steypið. Nú gongur leiðin út í Europa, og kvinnurnar hava longu savnað 170.000 kr. til ferðina.
28. september
Gunnar Dahl-Olsen vinnur fyrstu FM-kappingina í býarsúkkling.
Felagið hjá Øssuri Hansen, B93, er í tungum fíggjarligum sjógvi, og noyðist at selja fleiri av bestu leikarunum.
29. september
Spenningurin í fyrstu deild snýr seg nú um, hvørt tað verða B71 ella FS Vágar, sum skulu beinleiðis niður í aðru deild. Spurningurin verður svaraður um vikuskiftið. Tá fer B71 til Gøtu, meðan vágamenn vitja HB í Havn. Meistararnir úr B36 fara til Vágs eftir FM-steypinum.