B36 vann fyri triðju ferð á rað

1. DEILD: FC Hoyvík fór fyri fjórðu ferð á rað av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku

Emil Weihe Joensen skoraði tvey mál við brotssparki og legði upp til eitt mál, tá ið B36 í dag á heimavølli vann 3-0 ímóti FC Hoyvík

Tað endaði við 3-0  heimasigri, tá ið teir næstbestu hjá B36 tíðliga seinnapartin høvdu vitjan av grannunum í FC Hoyvík. Hetta var triðja ferðin á rað, at FC Hoyvík var á útivølli. Í løtuni verður ikki spælt á vøllinum í Hoyvík. Tað kemst av, at graslíkið verður skift.

 

Fyrsta málið varð skorað við brotssparki í fimta minutti, tveir minuttir undan steðginum varð 2-0, og síðsta málið varð skorað, tá ið tað restaðu 12 minuttir.

 

Miðvallarin Emil Weihe Joensen setti hol á við brotssparki, og hann átti uppleggið, tá ið Sámal Jákup Jacobsen økti um munin til 2-0. Hetta var triðja málið hjá Sámali Jákup í ár.

 

Emil Weihe Joensen staðfesti 3-0 sigurin, og aftur var tað við brotssparki. Hetta var fjórða málið hjá Emil í ár. Í vetur flutti hann aftur til barndómsfelagið, eftir at hann undanfarnu tvey árini hevur verið í Fuglafirði og so á Skála.

 

Eftir 3-1 heimasigur ímóti EB/Streymi í fyrsta umfari tapti B36 fýra ferðir á rað. So endaði tað 4-4 ímóti HB, og so er tað av álvara gloppið. Nú hevur B36 vunnið tríggjar ferðir á rað, og úrtøkan eftir fyrsta triðing av kappingini er 13 stig.

 

FC Hoyvík hevur 10 stig. Síðsti sigurin var 15. apríl, tá ið heimadysturin ímóti HB endaði 2-1.

 

Um eina viku eigur FC Hoyvík heimavøll ímóti Skála, og tá eigur B36 heimavøll ímóti B71.

 

Emil Weihe Joensen skoraði tvey mál við brotssparki og legði upp til eitt mál, tá ið B36 í dag á heimavølli vann 3-0 ímóti FC Hoyvík