B36 vann brotssparkskappingina

Talan var um øgiligan spenning, tá B36 og KÍ í kvøld spældu steypafinalu á Skála.

B36 legði bragdliga fyri, og í steðginum vóru teir á odda 2-0, men júst hetta verður ofta sagt at vera tann vandamesta leiðslan at hava.

KÍ kom eisini sterkt aftur. Teir vunnu seg upp á 2-2, og seinastu løtuna av vanligu leiktíðini var trýstið á B36 øgiligt.

Árstalsfelagið stóð tó ímóti, og tá longda leiktíðin heldur ikki bara nakra avgerð við sær, skuldi alt avgerast úr 11 metrum. Og her vóru teir úr B36 stinnari enn klaksvíkingarnir.