B36 er varpað úr europeisku kappingini á hesum sinni. Í kvøld tapti B36 3-1 á útivølli í bulgarska høvuðsstaðnum Sofia. CSKA Sofia vann 3-1 eftir 2-0 í fyrra hálvleiki.
Sebastian Pingel minkaði um munin til 2-1 miðskeiðis í seinna hálvleiki, og so var tað heilt spennandi í eina góða løtu. Átta minuttir undan leikloki økti heimaliðið um munin til 3-1, og so var tað greitt, at hetta var síðsti dysturin hjá B36 í Europa á hesum sinni.
Avrikið í Bulgaria í kvøld var staðfesting av, at talan er um nýggjar tíðir í føroyskum liðfótbólti í europeiskum høpi.
Tað er ikki so langt síðani, at spurningurin í sovornum avbjóðingum sum henni hjá B36 í kvøld var, hvussu stórur heimasigurin í Eystureuropa fór at verða.
Soleiðis var tað ongantíð í kvøld. B36 spældi við stórum sjálvsáliti. Spælararnir bjóðaðu seg fram, hugsaðu klárt og høvdu sum oftast meiri enn ein møguleika at sleppa sær av við bóltin.
Heimaliðið var meiri á bóltinum, og heimaliðið var meiri í álopsstøðu á heilt váta vøllinum. Men B36 liðið var støðugt væl skipað, og tað var ongantíð soleiðis, at føroyska liðið varð pressað heilt aftur í egnan brotsteig.
CSKA Sofia legði seg á odda 1-0 í 27. minutti, tá ið Amos Youga spældi Ali Sowe púra leysan á brotsteigarmarkinum, og hesi setti bóltin framvið Símun Rógva Hansen, tá ið B36 málverjin kendi seg noyddan at leypa úr málinum.
Sjey minuttir undan steðginum økti heimaliðið um munin til 2-0. Ta ferðina var tað Georgi Yomov, sum skoraði, og Younousse Sankharé átti uppleggið.
So kendist tað, sum um at seinni hálvleikur fór at snúgva seg meiri um, hvussu stórur sigurin fór at verða, heldur enn at tað fór at eydnast B36 av svara aftur.
Men B36 vísti eftir steðgin, at føroyskur liðfótbóltur er á øðrum støði, enn hann var fyri ikki so langari tíð síðani.
Eitt korter eftir steðgin minkaði Sebastian Pingel um munin, tá ið hann mitt fyri og eftir upplegg frá Árna Frederiksberg var leysur í brotsteiginum, tá ið hann setti bóltin framvið málverjanum.
So lúrdi møguleikin fyri heilt stóru senstatiónini. B36 var onkra ferðina framvið í roynd at javna, men tað eydnaðist ikki.
Í staðin var tað heimaliðið, sum átta minuttir undan leikloki staðfesti 3-1 sigurin. Abdoulaye Jules Keita skoraði eftir uppspæl frá Ali Sowe.
Teir í B36 takka fyri seg í Europa á hesum sinni. Teir hava verið verdugt føroyskt umboð, og tá ið teir í morgin vera aftur í høvuðsstaðnum verður fokus sett á at standa seg væl í landskappingini og at vinna seg í finaluna um løgmanssteypið soleiðis, at B36 aftur næsta ár fær møguleika at royna seg í Europa.
Avrikini í ár siga, at tað altíð kann roknast við B36.
CSKA – B36 3-1 (2-0)
Dómarabólkur úr Ungarn: Tamás Bognar, Balázs Buzás, Péter Kóbor og Ferenc Karakó (4. dómari)
B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Erling D. Jacobsen, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen (Stefan Radosavljevic, 59.), Magnus Holm Jacobsen (Andrass Johansen, 68.) – Ragnar Samuelsen (Hannes Agnarsson, 59.), Michal Przybylski, Árni Frederiksberg – Sebastian Pingel
Á beinkinum: Rói Mørk Hentze, Bjarni Petersen, Andreas Thomsen, Brian Jakobsen
Gult kort: Árni Frederiksberg, Benjamin Heinesen, Magnus Holm Jacobsen
Venjari: Jákup á Borg