B36 uppá fyrsta plássið

Fyri á leið einum mánaði síðani var AB á vitjan hjá B36 í Gundadali í kappingini um Løgmanssteypið, og tá eydnaðist heldur óvæntaða argjamonnum at vinna dystin 3-1. Tí var eingin ivi um, at B36 helst ætlaði at hevna hetta tapið, tá liðini møttust í landskappingini í dag.

 

B36 fekk eisini eina dreymabyrjan, tá Hanus Thorleifsson í 4. minutti breyt ígjøgnum í høgru síðu. Hann sendi bóltin inn til Sylla, sum legði B36 á odda 1-0.

 

Bert tríggjar minuttir seinni var sami Sylla uppá spæl, tá Hanus enn einaferð breyt ígjøgnum í høgru. Enn einaferð sendi hann bóltin inn til Sylla, sum skoraði til 2-0. Hetta var eisini hálvleiksstøðan í Gundadali.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki kom tó eitt sindur av spenningi í, tá Kenneth Jacobsen bleiv rikin av vølli fyri sítt seinna gula kort. Spenningurin vardi tó ikki leingi, tí lítla løtu seinni fekk B36 brotskast, og hetta sendi Fróði Benjaminsen trygt í netið til 3-0.

 

B36 var tó ikki liðugt enn. Seint í dystinum sendi Alex dos Santos ein langan bólt inn um verjuna hjá AB, og har gjørdist Sylla púra leysur við málmanninum. Hann var ivaleysur og økti til 4-0 við sínum triðja máli í dystinum.

 

Móti endanum av dystinum slapp AB tó eisini at spæla við, tá Fróði Clementsen var hægstur eftir hornaspark. Hann skallaði bóltin í netið til 4-1. Eftir hetta hendi ikki tað stóra. Dysturin endaði 4-1, og sostatt hevur B36 fyribils lagt seg á odda í Formulakappingini, eitt stig frammanfyri EB/Streym og NSÍ.

 

B36-AB 4-1 (2-0)

1-0 Sylla D. Ahmed

2-0 Sylla D. Ahmed

3-0 Fróði Benjaminsen (brotsspark)

4-0 Sylla D- Ahmed

4-1 Fróði Clementsen