B36-tokið koyrir við somu ferð

Í ein hálvleik megnaði ÍF at spæla fult upp við oddaliðið, men við einum fyrstafloks málið, og tí sætta samanlagt hjá Símuni Joensen í ár, staðfesti B36 munin millum topp og botn í føroyskum fótbolti

Tá fyrri hálvleikur er 25 minuttir gamla, fáa áskoðararnir í Gunda­dali eina staðfestin av hví B36 er oddalið í føroyskum fót­bólti. ÍF, sum allan fyrra hálvleik spældi fult upp til oddaliðið, misti bólt­in í høgru síðu. B36 verjan, við Símuni Joensen á odda, gjørdi skjótt av. Bólturin verður sendur í umfram millum klaksvíksingin á vinstra bakki, tíðindamannin á mið­vøllinum, Heina í Skorini og polska stjørnu-framherjan, Lukasz Cielslewicz.
Sína millum spæla teir verj­una hjá ÍF í ørviti áðrenn Lukasz Cieslewicz sendir bóltin í høgru til Jákup á Borg, sum við neyv­um innleggi rakar høvdið á Símun Joensen. Maðurin, ið byrjari álopið í egnari vinstru síðu rennur rættstundis í mun til innleggið og inni í fimm metrinum stútar hann bóltin við nógvari ferð í málið handan Jákup Mikkelsen í ÍF málinum.
Uttan at hava verið betri fyrstu 25 minuttirnar vísti B36 við eina álopinum, hví teir eru besta boðið upp á ein føroyameistara.

Ongin munur á í fyrra
Munurin á liðnum í fyrra hálvleiki var bara tað eina málið. Leikliga var ongin munur á og bæði liðini komu til hvørsín risa møguleika, men munurin á B36 og ÍF er, at Símun Joensen skoraði upp á sín, meðan verjan hjá B36 í evstu løtu vardi fyri stóra møguleikanum hjá Dánjali á Lakjuni.
Tað lá væl fyri hjá ÍF at spæla seg fram til seinasta triðingin, men sum so mangan, so manglaði onkur at skjóta bóltin í mál. Eisini tóktust fuglfirðingarnir ikki eins grammir at fáa fatur á bóltinum í brotsteiginum, sum teir hvítu úr Havn vóru.

B36 omaná í
seinna hálvleiki
Tað var eitt umskipað ÍF lið, sum kom á vøllin til seinna hálvleik. Bartal Eliasen varð fluttur úr miðverjuni og upp á fremsta plássið. Tað vísti seg ikki at rigga væl, tí B36 var omaná allan seinna hálvleik og var nærri fjórða málinum enn ÍF var at minka um munin.
Tá seinni hálvleikur er eitt korter gamal verður dysturin í nógvar mátar avgjørdur. Róaldur Jacobsen sendi horna inn­fyri. ÍF verjan megnar ikki stúta bóltin vekk, sum endar hjá B36 mið­verj­anum, Jonas Flindt Rasmussen. Hann royndi seg við skoti, sum endar í málinum og staðfestur á øðrum sinni munin millum topp og botn.
Triðja málið er eitt stutt horna­spark, sum endar við at Róaldur Jacobsen roynur seg við skoti frá horninum á brotsteiginum í vinstru. Bólturin ferðast millum viðleikarar og mótstøðuleikarar og endar í málinum. Bólturin tók tó í ÍF leikara á vegnum, sum nokk argaði Jákup Mikkelsen somikið nógv, at bólturin fór í mál.

Nógvar broytingar
ÍF umskipaði liðið fleiri ferðir og merkti millum annað, at Høgni Zachariasen spældi á ikki færri enn fýra plássum á vøllinum. Hann spældi millum annað í mið­verjuni, á miðvøllinum og á vinstra bakki.
Tað er torført at spæla ein skip­aðan dyst, tá liðið verður umskipað fleiri ferðir í einum dysti, men tað vísur hvørjar trupul­leikar liðið hevur.
Í Fuglafirði munnu tey helst gleðast um útjavnandi málið hjá KÍ í Sørvági, tí nú eru fýra stig upp til bjargingina heldur enn seks, um 07 Vestur vann.

B36 tokið við somu ferð
Teir hvítu úr árstalsfelagnum royn­ast framvegis væl og prógv­aðu aftur, at tá Lukasz Cieslewicz ella onkur av hinum upplagdu mál­skjúttinum ikki skora, so kemur málið frá onkrum av hin­um. Hesa ferð var Símun Joensen, ið skoraði sítt sætta mál. Tað má sigast at verða flott av einum vinstra bakki. Serliga tá hugsa verður um, at talan var um gjøgnum­spælt álop, ið hann sjálvur byrjaði og ikki ein deyð­bóltur.
Hvørki Atli Danielsen ella Símun Joensen vildi tosa um føroya­meistaraheiti í send­ingini 3. Hálvleikur, so nærkast fyrsta lands­kappingargullið síðani 2005 í hvørjum.